Tryggari.
Lættari.
Persónligari.

Framtíðin er tín

Blaða niður og síggj, hvussu lætt
tað er at koma í gongd.

Í dag kunnu vit bjóða tær eina nýggja framtíð.

Gerandisdagurin fer at kennast lættari, skjótari og tryggari við nýggju hentleikunum hjá Talgildu Føroyum. Við Samleikanum kanst tú rita inn á ymiskar skipanir og undirskriva skjøl – alt umvegis fartelefonina, teldilin ella telduna. Á Vanganum hava vit savnað øll tíni viðurskifti á einum stað. Við tíðini fara vit at víðka um hentleikarnar.

Tann einasta appin

Samleikin verður lagdur á eina app á tíni snildfon, sum so gevur tær atgongd til talgildu tænasturnar í Føroyum.

Samleikin ger tað tryggari, lættari og persónligari at rita inn. Allir føroyingar, eldri enn 15 ár, kunnu brúka Samleikan.

Tú brúkar Samleikan, hvørja ferð tú ritar inn á eina talgilda tænastu – so sum Vangan ella Borgaragluggan.

Samleikin fer eisini at kunna brúkast sum samleikaprógv.

Samleikin er eisini tín talgilda undirskrift

Tú kanst undirskriva avtalur, sáttmálar og skjøl umvegis appina. Talgild undirskrift við Samleikanum hevur sama rættarvirknað sum ein handskrivað undirskrift.

Skjótt, einfalt og trygt

Tað er lætt at koma í gongd. Tú tekur bara Samleikin niður á snildfonina umvegis App Store ella Google Play. Hav samleikaprógv (koyrikort ella pass) hjá tær.

Her til høgru er ein vegleiðing, sum vísir tær, hvussu tú gert. Ivast tú í onkrum, ella vilt tú vita meira? Vitja so samleikin.fo

Tak appina NIÐUR

Alt á einum stað

Vangin er staðið, har tú avgreiðir tíni viðurskifti við tað almenna. Her fært tú eitt greitt og neyvt yvirlit yvir avtalur, freistir og áminningar.

Vangin er tín og bara tín

Kalendarin gevur tær upplýsingar og yvirlit yvir avtalur, áminningar og freistir – alt á einum stað.
Tú fært beinleiðis atgongd til sjálvavgreiðslurnar hjá ymisku tænastuveitarunum – so sum Akstovuni og Taks.
Umframt alt tað nýggja finnur tú á Vanganum eisini Mínboks, sum tú kanska kennir frammanundan.
Rita inn á VangaN

Fyri at rita inn á Vangan, mást tú hava Samleikan.

Tak appina NIÐUR

Innlit í øll tíni viðurskifti

Skúli og útbúgving
Bústaður og flyting
Umhvørvi
Ferðing og ferðsla
Arbeiði og dagpengar
Heilsa
Familja og børn
Eldri